Smuglaðu hundahvølpar

Fronsku løgreglumenninir fingu ein hvøkk, tá teir nú um dagarnar steðgaðu einum lastbili, sum var komin úr Ungarn, tí í lastini funnu teir ikki færri enn 143 hundahvølpar.

Dominique Bussereau, landbúnaðarmálaráðharri, gav alt fyri eitt løgregluni boð um at seta hundahvølparnar í varðhald, so teir skulu ikki smitta aðrar hundar. Nú um dagarnar fingu hvølparnir vitjan, og gesturin var eingin annar enn fyrrverandi filmskvinnan Brigitte Bardot, ið er kend sum djóravinur burturav.

Brigitte Bardot hevur javnan gjørt vart við seg, tá tað hevur snúð seg sum djóravernd. Fyrr í hesum mánaðinum fanst hon at kanadisku myndugleikunum, tí teir loyva kópaveiði.