Smuglaðu fleiri ferðir

HASSJ. Tríggir menn í 20-árunum vórðu í Føroyta rætti í gjár dømdir ávikavist níggju, átta og seks mánaða fongsling fyri í fleiri førum at hava smuglað hassj til Føroya

8. januar í ár varð ein dani í 20-árunum tikin í tollinum í Havn, eftir at hann var komin við Norrønu úr Danmark. Hann varð skuldsettur fyri at hava smuglað hassj til Føroya.
Dagin eftir varð hann í Føroya rætti varðhaldsfongslaður. Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, tí politiið vildi finna medsek fólk.
Og í gjár sat hann ákærdur í rættinum saman við tveimum javngomlum føroyingum.
M.a. vakmyndatólið hjá Hotel Hafnia, telefonir og Facebook peikaðu á hinar báðar.
Í rættinum í gjár kom fram, at danin, sum kom við hassjinum til Føroya, í fyrsta umfari bara viðgekk at hava tey nakað undir 800 gramm, sum hann hevði hjá sær, tá ið hann varð tikin.
Men eftir at hinir báðir vórðu avhoyrdir og søgdu meira, legði maðurin kortini á borðið.

Royndarroykti
Alt byrjaði við, at annar av dømdu føroyingunum var í skúla í Danmark, og har kom hann at kenna ein mann, og teir tosaðu um rúsevni. Hesin skipaði fyri, at nú dømdi danin kom við ymiskum sløgum av hassji til føroyingin av royna, og hann peikaði út nøkur sløg, sum vóru egnað at selja í Føroyum.
Tað kann óivað vera freistandi at koma upp í slíkan handil, tí hassj er nógv dýrari at keypa í Føroyum enn í Danmark. Í Føroyum er prísurin 250 krónur grammið.
Nakað eftir at føroyingurin var komin heim, kom vinmaðurin at vitja. Føroyski felagin var ikki staddur í Havn, men hann fekk ein vinmann at taka ímóti gestinum, sum seinni um dagin slapp víðari.
Hesin, sum tók ímóti, varð eisini dømdur í gjár. Hann helt fast við, at hann einki visti um, at danin hevði hassj við sær.
Hin segði, at danski vinmaðurin bara hevði nøkur gramm við sær.
Nakað eftir kom nú dømdi danin til Føroya. Hann kom, tí hin tordi ikki. Hesin fekk sær kamar á Hotel Hafnia, har vinmaðurin hjá hinum kom við peningi og fekk vøruna.
Eina ferð seinni kom danin aftur til Føroya, og tá fór handilin fram á einum parkeringsplássi við SMS í Havn.
8. januar í ár, tá ið mannagongdin skuldi vera tann sama, gekk galið. Danin varð tikin.
Teir báðir føroyingarnir hildu fast við, at teir ikki høvdu fingið annað burturúr enn samanlagt ávikavist 45 og 50 gramm av hassji, men tí trúðu hvørki ákæri ella dómari.

Broyttu frágreiðingar
Báðir teir føroysku dømdu broyttu frágreiðingar sínar, frá tí teir vórðu avhoyrdir av politinum, til teir í gjár vóru í rættinum. Nú var tað nakað við, at teir høvdu eitt stað, har teir løgdu pengar til hin at heinta, og hin kom við rúsevnunum, sum síðan ein triði persónur kom eftir.
Hetta tulkaði ákærin sum, at teir ræddust ein annan mann, sum varð handtikin mánadagin.
Tað kom fram í rættinum, at í desember høvdu teir frænir av, at politiið var eftir teimum, og tí hildu teir lág segl.
Hann, sum hevði verið í skúla í Danmark, fekk at vita, at danin, sum smuglaði hassjið til Føroya, skuldi koma til Føroya fyrst í januar. Dagin eftir, at Norrøna var komin, ringdi hann á Hotel Hafnia og spurdi eftir danunum, sum tá var tikin.
Hetta feldi hann eisini.
Hassj, útgerð og leivdir at hassji vórðu funnir heima hjá øllum trimum monnunum.
Sjálvt um danin sjálvur smuglaði hassjið til Føroya, er tað líka revsivert at hjálpa smuglarum, og út frá tí vórðu teir tríggur dømdir.
Danin, sum kom við hassjinum, klistaðum upp at kropinum, fekk núggju mánaða fongsulsrevsing.
Hann, sum hevði lagt lag á við hvørji evni vórðu egnað til føroyska marknaðin, fekk níggju mánaða fongsulsrevsning, og tann triði, sum tók sær av flutninginum av hassji og pengum, fekk seks mánaða fongsulsrevsing.
Haraftrat skulu teir gjalda fyri vinningin, ávirkast 150.000, 12.500 og 11.250 krónur.
Áðrenn málið varð tikið upp til dóms, fingu teir ákærdu seinasta orðið.
Danin segði seg vera harman, og at slíkt fór hann ongantíð at gera aftur, og tað sama segði annar av ákærdu føroyingunum.
Hin tók meira dýran til:
- Eg kenni meg snýttan í høvd og reyv.

Ein aftrat
Hálvan tíma eftir, at rættarfundurin var av, varð ein fjórði maður grundlógarhoyrdur. Tað hevur samband við sama mál.
Sambært ákæruvaldinum var hann við í handlinum og skuldsettur bæði fyri at hava verið við í oman fyri nevndu málunum og fyri at hava selt hassj í longri tíð í stórum nøgdum. Sum skilst hevur hesin maðurin áður verið í slíkum lótum.
Tann maðurin er 39 ára gamal føroyingur, og hann varð varðhaldsfongslaður í 11 dagar.
Maðurin toktaði seg sekan. Meira fekst ikki at vita, tí hurðarnar vórðu stongdar.
Sum skilst vónar og væntar ákæruvaldið at fáa hendur á fleiri fólkum í sama máli.