Snedugt er tað, men tað passar: tvær kvinnur royndu at smugla ein deyðan mann umborð á eitt flogfarð, skrivar Sky News.
Kvinnurnar vórðu fangaðar, tá tær royndu at smugla ein deyðan mann í einum rullistóli umborð á eitt flogfarð, ið skuldi fara úr Englandi til Berlin. Maðurin varð 91 ára gamal og bert latin í sólbrillur, so andlitið ikki sást.
Tær tvær kvinnurnar, ið vóru 41 og 66 ár, royndu at sleppa sær undan og søgdu, at maðurin svav, men tað eydnaðist teimum ikki. Nøkur fólk royndu at vakja hann fyri at spyrja hann nakrar spurningar, men hann vaknaði ikki.
Hinvegin var tað eydnast teimum at fáa mannin allan vegin í ein taxa, gjøgnum security og umborð á flogfarið.
Eingin veit enn, hví tær gjørdu tað, og hvat samband tær báðar hava við mannin.










