Smuglaðu 15 tons av gulli og silvuri

Í Italia hevur løgreglan tikið fleiri fólk í sambandi við eitt mál um gullsmugling, og í sama viðfangi hevur løgreglan lagt hald á einar tvær milliardir krónur.

Sambært løgregluni hava smuglararnir keypt gullið á svarta marknaðinum og síðani smuglað tað til Sveis. Hildið verður, at tað snýr seg um eini 15 tons av gulli og silvuri.

Málið er sera umfatandi. Ákæruvaldið sigur, at 118 fólk eru undir illgruna fyri at hava havt samband við smuglingina, og myndugleikarnir hava stongt umleið 500 bankakontur.