Smuglaðu 1.500 fólk til Evropa

Myndugleikarnir í Grikkalandi og Italia hava tikið átta irakar, sum eru skuldsettir fyri at hava smuglað irakar og kurdar til Evropa. Tríggir menn vórðu tiknir í Italia og hinir fimm í Grikkalandi. Heima hjá monnunum funnu myndugleikarnir fleiri falsað pass og eina hálva millión evrur í reiðum peningi.

Handtøkurnar eru úrslit av samstarvi millum myndugleikarnar í Grikkalandi, Italia og Týsklandi, sum halda, at tað irakska smuglarakervið hevur smuglað meiri enn 1.500 fólk úr Irak til Evropa.

Undir kanningunum hava myndugleikarnir avdúkað, hvussu smuglararnir smuglaðu fólk úr norðara parti av Irak ígjøgnum Sýrialand, Iran og Turkaland til Italia, Sveis, Týsklands, Fraklands, Bretlands og Skandinavia. Hildið verður, at smuglararnir kravdu 8.000 evrur aftur fyri at smugla fólk úr Irak til Evropa.