Lagið er einki serligt á teimum norsku ølbryggjaríunum. Hagtølini vísa, at norðmenn keypa munandi minni øl enn fyrr, og at sølan minkar í hvørjum. Orsøkin er kortini ikki, at norðmenn drekka minni øl, men at teir smugla øl um markið úr Svøríki sum ongantíð fyrr.
Higartil í ár hava tollararnir í Svinesund, har nógv ferðsla er um markið, lagt hald á meiri enn 100.000 litrar av øli, og tað er tvær ferðir so nógv sum um somu tíð í fjør. Tá funnu tollararnir 48.000 litrar teir fyrstu fimm mánaðirnar.
Tollararnir við Svinesund siga við norska kringvarpið NRK, at tað eru tey, sum royna at sleppa um markið við so nógvum øli, at talan má vera um skipaða smugling. Í 15 førum hava teir tikið fólk, sum høvdu meiri enn 1.000 litrar av øli, og í trimum førum var talan um meiri enn 2.000 litrar.
Tollararnir hava eisini varnast, at fólk hava goymslur svensku megin markið, og at tey koyra aftur og fram fleiri ferðir um dagin og taka nakrar hundrað litrar av øli aftur við sær hvørja ferð.