Smuglaði már við Norrønu

Tá Norrøna kom á Seydisfjørðin í síðstu viku, steðgaðu tollararnir einum manni, tí tað vísti seg, at hann hevði ein már við sær. Maðurin vildi ikki lata tollararnar fáa dýrið, og hann vissaði tollararnar um, at hann fór avstaðaftur við Norrønu. Tollararnir valdu at trúgva manninum, so teir fylgdu honum og márinum umborðaftur.

Men sambært Morgunblaðnum varnaðust fólk, at maðurin fór í land eina løtu seinni, og at hann hevði márin við sær. Tá løgreglan fekk fatur á manninum, var eingin márur at finna, skrivar blaðið. Smuglarin er útlendingur, men býr í Íslandi.

Íslendski yvirdjóralæknin sigur, at márur kann gera skaða í íslendsku náttúruni.