Smuglaði 300 pund av hashi við Norrønu til Íslands

Ein hollendingur bleiv í gjár tikin fyri at royna at smugla umleið 150 kilo av hashi við Norrønu til Íslands Sambært íslendsku fjølmiðlunum hevði maðurin fjalt hashið í sínum húsvogni, men tollararnir á Seyðisfirði komu fram á rúsevnið, og maðurin bleiv tikin.

Hann varð seinnapartin fluttur til Reykjavíkar við einum flogfari hjá sjóverjuni og varðhaldsfongslaður til tann 9. juli.

Íslendsku bløðini vita at siga, at hollendingurin er kendur í smuglaraumhvørvinum í Evropa.