SMS: VÍF vann tepran sigur á EB

Tað gekk akkurát ikki hjá EB, ið mátti lúta fyri VÍF sum vann við einum máli

Í kvøld var fjórði dysturin í SMS-deildini leiktur í høllini á Eiði, har EB tók ímóti VÍF.

 

Tá ein minuttur og 45 sekund vóru eftir skoraði Masa Varajic til støðuna 21-20 til EB. Men seinastu løtuna eydnaðist tað fyrst Duritu C. Jojic, og síðani Gunnvá Bárðardóttir Nielsen at skjóta mál fyri VÍF, ið sostatt knógva ein tepran sigur heim. Í steðginum var EB á odda 14-12.

 

Masa Varajic var toppskjútti hjá EB við sjey málum. Durita C. Jojic var toppskjútti hjá VÍF við fimm málum.

 

Fyrr í dag vann StÍF 34-24 (19-10) á Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík. Neistin vann 40-30 (20-13) á VB í høllini á Hálsi í Havn. Dysturin millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini endaði við javnleiki 28-28 (17-16).

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum EB og VÍF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1548637111527
 NEISTIN154593906922
 H71154564124419
 STÍF144113921918
 VÍF154494153416
 STJØRNAN15389461-728
 EB14353421-687
 VB15364505-1411