SMS: VÍF koppaði Stjørnuni í Klaksvík

Seinastu tríggjar minuttirnar vendu vestmanna kvinnur 21-23 til ein 25-23 sigur

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í KÍ-høllini í Klaksvík í kvøld.

 

Stjørnan tók móti VÍF, og høvdu klaksvíkskvinnur við einum sigri møguleikan at vinna seg upp á annað plássið í deildini.

 

Tá minni enn tríggir minuttir vóru eftir var Stjørnan á odda 23-21, men við einum ótrúligum endaspurti fingu vestmannakvinnur skorað fýra mál seinastu løtuna, uttan at Stjørnan megnaði at svara aftur. Endin var, at VÍF vann 25-23.

 

Í steðginum var Stjørnan á odda 12-10, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Stjørnan á odda 19-14.

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

##med3##