SMS veitir 200.000 krónur í jólahjálp

Freistin at søkja um jólahjálp frá SMS er úti á midnátt í kvøld

Freistin at søkja um jólahjálp frá SMS er úti á midnátt í kvøld

 

Í fleiri ár hevur SMS latið jólahjálp til sperdar barnafamiljur. Og soleiðis er eisini í ár.

 

Regin W. Dalsgaard, býlingsstjóri í SMS sigur, at tey eins og undanfarin ár lata 200.000 krónur í gávukortum.

 

– Vit sum starvast her síggja einki til umsóknirnar, tí vit hava fólk uttanífrá, sum taka sær av hesum og býta út, sigur hann.

 

SMS samstarvar eisini við Í menniskjum góður tokki og Barnabata um teirra hjálp, men hetta tiltakið við hesum 200.000 krónunum í gávumortum er eitt tiltak hjá SMS burturav. Tiltakið hevur fleiri ár á baki og er eldri enn tiltakið hjá Í menniskjum góður tokki.

 

Tað er SMS, ið hevur tikið stig til og sum fíggjar Jólahjálpina. Men SMS hevur saman við Annlis Bjarkhamar, Birgit Andersen og Guðrið í Bartalstovu fyrireikað Jólahjálpina.

 

 

Á heimasíðuni hjá SMS, sms.fo, verður greitt frá, hvør kann søkja og hvussu tú kanst søkja. Jólahjálpin er serliga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja.

 

– Fólk kunnu trygt søkja um Jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerðin fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu, sigur Regin W. Dalsgaard.

 

Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast fíggjarliga.

 

Freistin at søkja jólahjálp frá SMS er úti á minnátt í køvld og í seinasta lagi 12. desember fæst at vita, hevur hevur fingið játtað jólahjálp.