SMS: VB koppaði verandi Føroyameistarunum á heimavølli

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 16 mál tá Kyndil vann ein knúsandi stórsigur á EB fyrr í dag

Savnsmynd

Savnsmynd

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini seinnapartin í dag. 

 

Tað sum serliga fangar eygað hjá hondbóltsáhugaðum fólki er, at VB vann 24-20 á verandi Føroyameistarum, StÍF suðuri í Vági. Í steðginum var støðan javnleikur 9-9. Veteranurin, Gurið K. Augustinussen gekk undan hjá VB við at skora átta mál. Rebekka Justinussen skoraði sjey mál fyri StÍF. Stórskjúttin hjá StÍF, Haruka Gima var úti við skaða. 

 

Kyndil vann ein knúsandi 42-17 stórsigur á EB í høllini á Hálsi. Turið Arge Samuelsen skoraði heili 16 mál í dag. Í steðginum var Kyndil á odda 23-10.

 

VB-StÍF 24-20 (9-9)

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 8, Helga Kjærbo 7, Durita K. Hjelm 5, Una Nolsøe 2, Barbara K. Hjelm 1, Bára K. Mortensen 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Karina B. Høgnisen 5, Mao Otani 3, Poula Dulavík 2, Fríða P. Poulsen 1, Rebekka Zachariassen 1, Guðrið Ellingsgaard 1. 

 

Kyndil-EB 42-17 (23-10)

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 16, Súna K. Hansen 10, Bjørt Krosslág 5, Bára K. Hansen 4, Ró Nielsen 3, Svanna Hjartvarsdóttir 1, Barbara Hammer 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Beinta Bárðardóttir 1. 

 

Málskjúttar EB: Lea Lisberg 6, Sarita Petersen 3, Olivia T. Kruse 3, Zeljana Grozdanic 3, Eydna á Bø 1, Sára J. Magnussen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL133842869821
 H71113382637521
 STJØRNAN133933128116
 NEISTIN123132714216
 STÍF14328335-78
 VB14297419-1224
 EB11201368-1672
Savnsmynd

Savnsmynd