SMS: Stjørnan vann stórsigur á VB

Klaksvíkskvinnur eru nú bert eitt stig frá H71 og Kyndli

Ein dystur er leiktur í SMS-deildini í dag.

 

Norðuri í Klaksvík tók Stjørnan móti VB. Stjørnan vann stórsigur 34-22.

 

Stjørnan legði grundina í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Stjørnan á odda 19-8. Minsta leiðslan Stjørnan hevði í seinna hálvleiki var 28-19.

 

Stjørnan er nú bert eitt stig frá fremstu liðunum á stigatalvuni, Kyndil og H71.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá hsf.fo:

 

##med3##