SMS: Stjørnan vann greiðan sigur á StÍF

Stjørnan hevur fimm stig upp til annað plássið

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Stjørnan vann í KÍ høllini greiðan 34-27 sigur á StÍF. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 18-12.

 

Stjørnan er nummar fýra við 18 stigum, og tær hava fimm stig upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar. 

 

Stjørnan-StÍF 34-27 (18-12)

 

Stjørnan: Mina Sirdal Henriksen 8, Sonja Sirdal á Bergi 7, Iulia Nalivko 6, Oddvør Josephsen 3, Durita Ljósstein Johansen 3, Joan Sørensen 3, Jancy Højbro Jacobsen 2, Bergit Svarvadal 1 og Malene Madsen 1. 

 

StÍF: Emmy Kass 8, Rebekka Justinussen 7, Guðrið Ellingsgaard 5, Maria Mrdalo 3, Paula Dulavík Berg 2, Eyðbjørg Kallsberg 1 og Andrea Fríða J. Poulsen 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H711555337517829
 KYNDIL1548635313323
 NEISTIN144043257921
 STJØRNAN154524124018
 VÍF15415433-1814
 STÍF15338482-1445
 VB14279409-1304
 EB15344482-1384