SMS: Stjørnan vann á Kyndli í Havn

Her eru úrslitini frá dystunum í SMS-deildini í dag

Tríggir dystir vóru spældir í SMS-deildini í dag. Dómaraseðlar eru tøkir frá tveimum av teimum trimum dystunum.

 

Vit vita, at EB hevur fingið síni fyrstu stig hetta kappingarárið við at vinna 22-20 á VB suðuri í Vági, men eingin dómarseðil er tøkur frá dystinum millum VB og EB.

 

Í høllini á Hálsi í Havn gjørdu klaksvíkskvinnur bart við at vinna 31-27 á Kyndli. 

 

Kyndil var á odda 15-14 í steðginum. Tá 47 minuttir vóru farnir var støðan 22-21 til Stjørnuna. Næstu løtuna økti Stjørnan til 26-21. Tað nærmasta Kyndil kom leiðsluni hjá Stjørnuni eftir tað var við støðuna 26-29.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 35-21 á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 20-11.

 

Kyndil er framvegis oddalið við 15 stigum. H71 hevur 15 stig, men hevur spælt tveir dystir færri enn Kyndil. Neistin og Stjørnan hava 14 stig hvør, so kapprenningin um at tryggja sær eitt beinleiðis pláss í FM-hálvfinalunum er beinhørð. 

 

VÍF er nummar fimm við níggju stigum. VB hevur á sætta plássi fýra stig, StÍF er nummar sjey við trimum stigum, og EB er aftast við tveimum stigum. So kappingin um seinna FM-fjórðingsfinaluplássið er eisini hørð.

 

HER er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum Kyndil-Stjørnan 27-31 (15-14):

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá hsf.fo frá dystinum VÍF-StÍF 35-21 (20-11) 

 

##med3##