SMS: Stjørnan-Neistin 23-45: Samanumtøka og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Marjuna Danberg hjá Neistanum og venjaran hjá Stjørnuni, Kristoffur G. Nielsen seta orð á málríka stórsigurin hjá Neistanum

##med2##

Tað blivu heili 68 mál tá Stjørnan og Neistin spældu dyst í SMS-deildini í KÍ-høllini í kvøld.

Neistin vann ein knúsandi 45-23 stórsigur á Stjørnuni. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 19-11.

Toppskjúttar hjá Stjørnuni vóru Tóra Eliasen við níggju málum og Maria Biskopstø við fýra málum.

Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Sólbjørt Høj við 11 málum, Marjun F. Danberg við níggju málum og Stina Madsen við átta málum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr reportarin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal taka stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Marjuna F. Danberg hjá Neistanum, ið sigur seg ikki hava upplivað, at hennara lið hevur skotið so nógv mál í einum dysti í einum vaksnamannadysti. Marjun er væl nøgd við, at tær í Neistanum hildu høgu leikferðini, og longu tíðliga í dystinum vóru tær á odda 10-1.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá Stjørnuni, Kristoffur G. Nielsen sum slær fast, at Stjørnan fer at betra seg, og fer at avrika munandi betri seinni í kappingini. Men hann viðgongur, at talan var um ein avsmurning, og tað vóru nógvir lutir hjá Stjørnuni, ið ikki riggaðu hendan dystin. 

Kyndil er oddalið við 12 stigum. H71 hevur 10 stig og Neistin hevur átta stig. VÍF og StÍF hava fýra stig hvør, VB hevur tvey stig og Stjørnan hevur ikki fingið sítt fyrsta stig enn. 

(Stjørnan-Neistin 23-45, stutt samanumtøka og samrøður við Marjuna F. Danberg og Kristoffur G. Nielsen)