SMS: StÍF, VÍF og Neistin vunnu stórsigrar

Seinastu dystirnir í grundspælinum í SMS-deildini eru leiktir

Seinnapartin vóru tríggir teir seinastu dystirnar í grundspælinum í SMS-deildini leiktir, og endaðu allir við stórsigrum.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 36-20 á Stjørnuni. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 19-9.

 

Natasja Hammer var stórskjútti hjá StÍF í dag. Hon skoraði heili 15 mál. Toppskjútti hjá Stjørnuni við fimm málum var Iuliia Nalivko.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 35-17 á EB. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-6. 

 

Toppskjútti hjá VÍF við 10 málum var Fríða Nolsøe Olsen. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við fimm málum.

 

Suðuri í Vági vann Neistin 37-24 á VB. Í steðginum var útiliðið á odda 20-11.

 

Rúna M. Jacobsen var toppskjútti hjá VB við sjey málum. Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Stjørnan 36-30 (19-9):

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-EB 35-17 (17-6):

 

##med3##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VB-Neistin 24-37 (11-20)

 

##med4##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2170451918539
 NEISTIN2166154112032
 STÍF216285864228
 H71216505777325
 VÍF216295795024
 EB21534644-11011
 STJØRNAN21518663-1458
 VB21498713-2151