SMS: StÍF og VB eru í finaluni í niðara endaspælinum

Hálvfinalurnar í "Final 4" í niðara endaspælinum í SMS-deildini vóru leiktar á Skála í kvøld

Hesaferð er niðara endaspælið í SMS-deildini skipa sum "Final 4", har tey fýra liðini spæla hálvfinalur í somu høll sama kvøld.

 

Í kvøld var høllin á Skála karmur um hálvfinalurnar í niðara endaspælinum. 

 

Verandi føroyameistarar, StÍF vunnu 25-20 á H71 2. H71 2 var væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 8-8.

 

Tá 41 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 13-13. Seinastu 19 minuttirnar lá betri fyri hjá StÍF við málskjótingini, og vunnu strandakvinnur at enda 25-20.

 

VB vann ein tepran 24-23 sigur á EB. Í steðginum var VB á odda 14-10. 

 

Tá eitt sindur meir enn ein minuttur var eftir at leika var VB á odda 24-21. Tá fekk EB tvey skjót mál, men VB reið stormin av og vann 24-23.

 

Finalan í niðara endaspælinum millum StÍF og VB verður spæld í høllini á Hálsi í morgin klokkan 15.30.

 

StÍF-H71 2 25-20 (8-8)

 

VB-EB 24-23 (14-10) - Her síggjast dómaraseðlarnir frá HSF: 

 

##med2##

 

##med3##