SMS: StÍF knógvaði Neistanum

Strandakvinnur fingu ein kærkomnan sigur seinnapartin í dag

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag. 

 

Verandi føroyameistarar, StÍF sum hava havt tað sera tungt hetta kappingarárið vunnu 26-20 á Neistanum í høllini á Skála. StÍF sum var uttan Haruka Gima var á odda 14-10 í steðginum.

 

StÍF hevur 10 stig og kann røkka 16 stigum. Neistin hevur 16 stig, og hevur fimm dystir eftir at spæla í grundspælinum, so tað fer at krevja meir enn eitt undur um StÍF skal vinna seg í FM-endaspælið.

 

H71, Kyndil og Stjørnan hava øll vunnið seg í FM-endaspælið.

 

StÍF-Neistin 26-20 (14-10)

 

Málskjúttar StÍF: Poula Dulavík 6, Guðrið Elllingsgaard 4, Karina B. Høgnisen 4, Emmy Kass 4, Rebekka Justinussen 4, Rebekka Zachariassen 3, Mao Otani 1. 

 

Málskjúttar Neistin: Maria P. Nólsoy 7, Bjørk Joensen 4, Ingunn Kristina Persson 3, Nada Pejovic 2, Sára S. Mikkelsen 1, Silja Heðinsdóttir 1, Anna S. Mikkelsen 1, Rakul Vang 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL (hava vunnið seg í FM-endaspælið)133842869821
 H71 (hava vunnið seg í FM-endaspælið)113382637521
 STJØRNAN (hava vunnið seg í FM-endaspælið)144273289918
 NEISTIN133332973616
 STÍF15354355-110
 VB14297419-1224
 EB12217402-1852