SMS skipar fyri teknikapping

TÍÐINDASKRIV

Í løtuni skipar SMS fyri einari teknikapping. Talan er um eina teknikapping, ið skal hjálpa teimum í SMS at finna fram til sniðið á heilt serliga føðingardagsposanum, ið verður gjørdur í sambandi við 25 ára føðingardagin 2. novembur í ár.
Frammanundan er avgjørt, at posarnir skulu ímynda eitthvørt, ið hevur við ávíkavist SMS og føðingardagar at gera. Men akkurát, hvat myndin verður av, er ikki avgjørt enn.
Mannagongdin er tann sama sum fyrr, tá ið jólaposarnir í SMS á hvørjum ári skuldu finnast. Ein dómsnevnd, ið hvørki veit navn ella búðstað á innsendarunum, avger, hvørjir vinnararnir verða.
Evsta mark at senda eina tekning inn, verður 3. august. Og tað eru ikki smávegis av vinningum at heinta, um tú luttekur í teknikappingini hjá SMS.
Vinnarin fær sjálvandi høvi at kalla seg "Posa-sniðgevari", men harumframt vinnur hann eisini eina Playstation2 frá 3´aranum í SMS. Og helt upp til nummar 10 eru smærri vinnigar at heinta frá handlunum í SMS.
Um tú hevur hug at luttaka í teknikappingini, er framferðarhátturin soleiðis:
Tekningin skal verða á einum A4 pappíri.
Tekningin skal verða í góðum standi, og skal tí sendast okkum í einum A4-brævbjálva. Navnið á innsendaranum skal ikki skrivast á sjálva tekningina, men leggjast í ein brævbjálva fyri seg.
Brævbjálvi skal sendast til: SMF, Postrúm 1059, 110 Tórshavn.
Og sum sagt: tekningar skulu verða teimum í SMS í hendi innan 3. august 2002.