Nógv munnu tey vera, sum nú gamla árið er farið at halla og nýggja stundar til, er farin at hugsa um, hvat skal verða annarleiðis í komandi ári í mun til undanfarna.
Eitt av vanligu nýggjárslyftunum, er ynski um at leggja av at roykja, og nú ætlar Fólkaheilsuráðið sær at hjálpa teimum, ið geva hetta lyfti.
Sambært kanningum sum Gallup ger fyri Fólkaheilsuráðið, roykir ein fimtapartur av øllum føroyingum hvønn dag. Tað, sum er verri, er at børnini roykja nærum líka illa sum tey vaksnu, og at fimti hvør næmingur í fimta flokki roykir eisini hvønn dag.
Fólkaheilsuráðið minnir nú á ókeypis átak teirra, sum við hjálp av SMS-um skal hjálpa tær at leggja av at roykja.
- Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.
At melda seg til er einfalt og ókeypis. Send eini sms-boð við tekstinum "GEVST" til 1919, so fært tú komandi tveir mánaðirnar sendandi nøkur sms-boð, ið skulu stuðla tær, at halda fast við tína avgerð.