SMS: Sigrar til bæði havnarliðini

Kyndil er nú sjey stig frammanfyri H71 og VÍF

Tað gjørdist ein góður dagur hjá havnarliðunum í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann oddaliðið, Kyndil ein trivaligan 32-22 sigur á VÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 18-13.

 

Turið Arge Samuelsen var enn eina ferð toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við 10 málum. Agnas Funn var við seks málum toppskjútti hjá VÍF.

 

Í Hoyvíkshøllini vann Neistin 28-23 á H71. Í steðginum var Neistin frammanfyri 18-14.

 

Elsa Egholm var við seks málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málun.

 

HER ber til at síggja dómaraseðlarnar og støðuna frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##