SMS: Sigrar til H71, VÍF og Stjørnuna - Javnt millum Kyndil og Neistan

Fýra dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag

Fýra dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Grannauppgerðin millum Kyndil og Neistan endaði við javnleiki 23-23. Í steðginum var Kyndil á odda 13-10. Nadja Pejovic javnaði til 23-23 tá 15 sekund vóru eftir av dystinum.

 

Í høllini á Skála vann H71 35-30 á StÍF. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 16-13. Rebekka Justinussen skoraði heili 17 mál fyri StÍF. Jana Mittún skoraði 13 mál fyri H71.

 

Í Vestmanna vann VÍF 30-24 á EB. Í steðginum var VÍF á odda 15-12.

 

Í Vágshøll vann Stjørnan 24-20 á VB. Í steðginum var Stjørnan á odda 14-8.

 

H71 er greitt oddalið við 31 stigum. Kyndil er nummar tvey við 24 stigum, og Neistin er nummar trý við 22 stigum. Stjørnan er nummar fýra við 20 stigum. VÍF hevur 16 stig á fimta plássinum. StÍF er á sætta plássinum við fimm stigum, og VB og EB eru aftast við fýra stigum.

 

VB-Stjørnan 20-24 (8-14) - Eingin dómaraseðil er tøkur frá dystinum. 

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum Kyndil-Neistin 23-23 (13-10) :

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum StÍF-H71 30-35 (13-16)

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá dystinum VÍF-EB 30-24 (15-12) 

 

##med4##