Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.
Í Hoyvíkshøllini vann greiða oddaliðið, H71 rættiliga sannførandi 36-29 á Neistanum. Neistin var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var H71 bert á odda 17-16.
VÍF vann í høllini á Skála 29-20 á StÍF, ið leingi var væl við í dystinum. Í steðginum var VÍF bert á odda 13-12, og tá 49 minuttir vóru farnir var VÍF á odda 21-19. Men tá skoraði VÍF fimm mál á rað uttan, at StÍF megnaði at svara aftur.
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Kyndil 26-18 á Stjørnuni. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12. Tað nærmasta Stjørnan kom leiðsluni hjá Kyndli var við støðuna 14-16.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Neistin 36-29 (17-16):
##med3##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-VÍF 20-29 (12-13):
##med4##
Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Stjørnan-Kyndil 18-26 (12-15):
##med5##