Ein sera týðandi dystur um sætta plássið - og harvið seinasta FM-fjórðingsfinaluplássið - var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Stjørnan sum hevði seks stig undan dystinum í kvøld tók í kvøld í KÍ-høllini móti EB, ið hevði sjey stig undan dystinum í kvøld.
Tað eydnaðist Stjørnuni at vinna dystin 31-28. Í steðginum vóru tað annars eiðiskvinnur sum vóru á odda 16-15.
Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 27-27. Tá eydnaðist Stjørnuni at skjóta fýra mál á rað og leggja seg framum 31-27.
Sostatt er Stjørnan nú á sætta plássinum við átta stigum. EB er nummar sjey við sjey stigum, og VB er nummar átta við fýra stigum.
Liðini høvdu hvør sín stórskjútta í kvøld. Mina Sirdal Henriksen skoraði 11 mál fyri Stjørnuna, og Silja Geirsdóttir Eystberg skoraði 12 mál fyri EB.
Í seinasta umfarinum í grundspælinum, ið verður leikt sunnudagin spælir Stjørnan á útivølli móti VB, og EB spælir á útivølli móti StÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í KÍ-høllini:
##med2##