SMS: Neistin vann stórsigur á EB

Neistakvinnur vunnu ein 15-málssigur á eiðiskvinnum

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti EB.

 

Neistin vann stórsigur 39-24. Í steðginum var Neistin á odda 21-13.

 

Longu tá átta minuttir vóru leiktir var støðan 6-1 til Neistan, og Neistin slepti ikki takinum á dystinum eftir tað.

 

Bjørk F. Joensen (myndin) var toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum.

 

Nukaaka Petrussen Lyberth, ið skal við grønlendska landsliðnum til HM-endaspælið í desember gjørdist toppskjútti hjá EB við níggju málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN39868306
 KYNDIL3787264
 STÍF38085-54
 H712646132
 EB37798-212
 VÍF3898722
 STJØRNAN37580-52
 VB24858-100