SMS: Neistin og Kyndil vunnu á útivølli

Tað er víðopið í SMS-deildini í kappingini um annað plássið

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Skála vann Neistin stórsigur 34-20 á StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 16-7.

 

Í høllini í Vestmanna vann Kyndil 26-21 á VÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 13-11.

 

Enn er sera opið stríð um hvør endar á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spæla Neistin og Stjørnan ein sera avgerandi dyst í hesum stríðnum í høllini á Hálsi í Havn. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum StÍF-Neistin 20-34 (7-16):

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-Kyndil 21-26 (11-13):

 

##med4##