SMS: Neistin koppaði steypavinnarunum í 1. FM-finaluni

Maria P. Nólsoy skoraði meir enn helvtina av málunum hjá Neistanum

Maria P. Nólsoy skoraði 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd)

Maria P. Nólsoy skoraði 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd)

Tað er sjáldan nógv sum skilir liðini tá Neistin og Kyndil spæla avgerandi dystir í SMS-deildini, og 1. FM-finalan millum liðini í høllini á Hálsi í kvøld var einki undantak.

 

Neistakvinnur vunnu 24-23. Í steðginum var Neistin á odda 12-11. 

 

Stóri spælarin í dystinum var 17 ára gamla Maria P. Nólsoy sum skoraði meir enn helvtina av øllum málunum hjá Neistanum. Maria skoraði 13 av teimum 24 málunum hjá Neistanum.

 

Tá ein minuttur var eftir var Neistin á odda 24-21. Kyndilskvinnur skoraðu tvey mál innanfyri ein hálvan minutt, men tað eydnaðist Neistanum at hála sigurin heim.

 

Liðini hittast aftur sunnukvøldið klokkan 18. Vinnur Neistin er tær klárar til FM-finalurnar. Vinnur Kyndil verður triðja FM-finalan leikt mikukvøldið 30. mars klokkan 18.

 

Neistin-Kyndil 24-23 (12-11) SMS-FM hálvfinala 1 - Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

 

 

Maria P. Nólsoy skoraði 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd)

Maria P. Nólsoy skoraði 13 mál fyri Neistan í kvøld (Savnsmynd)