Fýra dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.
HER ber til at lesa um hvussu Kyndil vann á Stjørnuni á heimavølli, og hvussu StÍF vann á VÍF á heimavølli.
Neistin endurvann oddasessin við 29-25 sigri á EB í høllini á Eiði. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dystinum.
H71 vann stórsigur 34-22 á VB suðuri í Vági. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda heili 17-7.
Durita Krosslá Hjelm var toppskjútti hjá VB við fimm málum. Guðrið á Borg var toppskjútti hjá H71 við níggju málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VB-H71 22-34 (7-17):
##med2##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| NEISTIN | 10 | 315 | 239 | 76 | 18 |
| KYNDIL | 10 | 313 | 250 | 63 | 18 |
| H71 | 10 | 313 | 281 | 32 | 12 |
| STÍF | 10 | 296 | 292 | 4 | 12 |
| VÍF | 10 | 306 | 286 | 20 | 10 |
| STJØRNAN | 10 | 255 | 295 | -40 | 6 |
| EB | 10 | 252 | 313 | -61 | 3 |
| VB | 10 | 243 | 337 | -94 | 1 |












