SMS: Neistakvinnur eru eitt stig frá at tryggja sær triðja plássið

Neistin vann greiðan sigur á Stjørnuni í høllini á Hálsi

Tað hevur leingi verið greitt, at tað vera H71, Kyndil, Neistin og Stjørnan vera liðini sum fara at kappast í FM-endaspælinum í SMS-deildini.

 

Tó er tað ein fyrimunur at enda sum nummar eitt og tvey, skilt á tann hátt, at tey bæði liðini fáa eina triðja møguliga FM-hálvfinalu á heimavølli.

 

Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist í kvøld neistakvinnum at vinna ein greiðan 29-21 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var Neistin á odda 14-9.

 

Tað sum var hugaligt hjá heimafjøldini at síggja var, at ein stórur partur av liðnum í kvøld vóru U18-spælarar, ið boðar frá stórum framtíðarvónum hjá Neistanum.

 

H71 hevur 31 stig, og hevur vunnið SMS-deildina. Kyndil hevur 23 stig, Neistin hevur 22 stig og Stjørnan hevur 20 stig. Kyndil hevur tríggjar dystir eftir at leika, meðan Neistin og Stjørnan hava bert ein dyst eftir at leika.

 

Neistin hevur heimadyst móti Kyndli sunnudagin. Sunnudagin spælir Stjørnan á útivølli móti StÍF. 

 

StÍF hevur 12 stig, VB hevur seks stig, og aftast er EB við ongum stigi.

 

Neistin-Stjørnan 29-21 (14-9) - Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##