SMS: Kyndil vann stórsigur á EB

Kyndil er nú næstfremst í SMS-deildini við átta stigum

Savnsmynd

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld. 

 

Í høllini við Streymin tók EB móti Kyndli.

 

Kyndil vann stórsigur 32-21. Í steðginum var Kyndil á odda 18-10. 

 

Tá 19 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 9-9, men seinastu 11 minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Kyndil níggju mál, har tað bert eydnaðist EB at skjóta eitt mál. 

 

Nukaaka Petrussen Lyberth var toppskjútti hjá EB við átta málum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN61921434912
 KYNDIL5155125308
 H715151136156
 STÍF6161177-166
 VÍF6174176-24
 STJØRNAN6148170-224
 EB5126154-283
 VB                    5128154-26  1

Savnsmynd