SMS: Kyndil vann kapprenningina um annað plássið

Neistakvinnur taptu greitt fyri VÍF, meðan Kyndil vann á VB suðuri í Vági

Tríggir dystir eru leiktir í seinasta leikumfarinum í SMS-deildini í dag.

 

Kyndil tryggjaði sær annað plássið, og harvið beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar við at vinna 27-21 á VB. 

 

VB var tó greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VB á odda 13-7. Ikki fyrrenn 44 minuttir vóru farnir kom Kyndil framum 18-17. Seinastu løtuna var Kyndil omaná og vann at enda 27-21.

 

Neistin var fyri einum greiðum 26-34 tapi móti VÍF í høllini á Hálsi. Í steðginum var VÍF á odda 18-12. Neistin má tí spæla FM-fjórðingsfinalu móti antin VB, StÍF ella EB.

 

H71 vann sín 20. sigur í 21 dystum í dag, men tað var ein harðvunnun sigur á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini í dag. H71 vann tepran 33-32 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var Stjørnan á odda 17-14.

 

H71 vinnur grundspælið við 41 stigum av 42 møguligum, og Kyndil verður nummar tvey við 32 stigum. H71 og Kyndil fara beinleiðis víðari til FM-hálvfinalurnar.

 

Neistin gerst nummar trý við 30 stigum, og møtir í FM-fjórðingsfinaluni á heimavølli VB, StÍF ella EB. Stjørnan gerst nummar fýra við 24 stigum, og møtir VÍF í FM-fjórðingsfinaluni á heimavølli. VÍF blívur nummar fimm í grundspælinum við 22 stigum. VB hevur seks stig á sætta plássinum, StÍF hevur fimm stig og EB hevur fýra stig. 

 

Klokkan 18 í kvøld spæla EB og StÍF í høllini á Eiði. Og mikukvøldið klokkan 20 spæla VB og StÍF seinasta dystin í grundspælinum suðuri í Vági. Tann sum endar ovast av VB, StÍF og EB spælir FM-fjórðingsfinalu móti Neistanum á útivølli.

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VB-Kyndil 21-27 (13-7)

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Neistin-VÍF 26-34 (12-18)

 

##med3##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Stjørnan 33-32 (14-17)

 

##med4##