Kyndil hevur tryggjað sær annað plássið í grundspælinum í SMS-deildini.
Tað gjørdu kyndilskvinnur við at vinna undansýningina til steypafinaluna 32-27 á H71 í høllini á Hálsi í Havn. Talan er um fyrsta ósigurin hjá hoyvíkskvinnum í SMS-deildini hetta kappingarárið.
Tað var tó eitt H71-lið uttan nakrar av fremstu spælarunum, ið eru á námsferð sum spældi móti Kyndli ígjár. Hesar vera tøkar aftur til steypafinaluna komandi leygarkvøld klokkan 18.
Tað leikaði leingi javnt á í dystinum. Í steðginum var Kyndil á odda 14-13.
Tá 47 minuttir vóru leiktir var Kyndil á odda 24-23. Átta minuttir seinni var Kyndil á odda 30-25, og var hetta løtan sum avgjørdi dystin.
H71 hevur 31 stig, og hevur vunnið grundspælið. Kyndil hevur 25 stig, Neistin hevur 22 stig og Stjørnan hevur 20 stig. StÍF hevur 12 stig, VB hevur seks stig og aftast er EB við tveimum stigum.
Annað plássið tryggjar kyndilskvinnum tveir heimadystir í FM-hálvfinalunum um tað stendur á jøvnum 1-1 í sigrum aftaná tvær tær fyrstu hálvfinalurnar.
Kyndil-H71 32-27 (14-13) - HER sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##