SMS: Kyndil og skert H71-lið vunnu á heimavølli

H71 vinnur grundspælið og Kyndil liggur væl fyri at taka annað plássið

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í kvøld.

 

Í Hoyvíkshøllini vann eitt skert H71-lið sum manglaði allar sínar landsliðsspælarar uttan Mariu H. Weyhe 35-34 á verandi FM-vinnarum, StÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.

 

Frá tí H71 legði seg á odda 22-21 í 35 minutti høvdu hoyvíkskvinnur eina leiðslu í dystinum, ið sveiggjaði millum eitt og fýra mál. 

 

Rúna Jógvansdóttir Larsen sum hevur staðið sera væl í málinum hjá H71 hetta kappingarárið hevur brotið eitt bein í fótinum, og verður tí væntandi ikki tøk til at spæla steypafinalu leygardagin 19. mars.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil tryggan 31-20 sigur á EB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 14-8.

 

H71-StÍF 35-34 (17-17)

 

Kyndil-EB 31-20 (14-8) - Støðan sæst undir dómaraseðlunum frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71164903989231
 KYNDIL1544333610723
 STJØRNAN164833849920
 NEISTIN164173655220
 STÍF17410410012
 VB16349472-1236
 EB18354581-2272