Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini ígjár.
Í Vestmanna vann Kyndil stórsigur 35-25 á VÍF. Longu í steðginum var Kyndil á odda 18-10.
Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 13 málum. Bára Krossteig Hansen skoraði 10 mál fyri Kyndil. Durita Christophersen Jojic var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.
Á Skála vann Neistin stórsigur 32-20 á StÍF. Í steðginum var Neistin á odda 14-6.
Frida Holm Jacobsen var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Rebekka Justinussen var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum.
HER eru málskjúttarnir í dystinum millum VÍF og Kyndil (hsf.fo):
##med2##
HER eru málskjúttarnir í dystinum millum StÍF og Neistan (hsf.fo) :
##med3##
STØÐAN í SMS-deildini (hsf.fo) .
##med4##














