SMS: Kyndil hevur vunnið seg í FM-endaspælið

Stjørnan hevur nærum tryggjað sær pláss í FM-endaspælinum

Savnsmynd

Savnsmynd

Nú er als ongin spenningur um fýra tey ovastu plássini í SMS-deildini aftaná dagsins úrslit.

 

Stjørnan vann greiðan 33-25 sigur á VB í KÍ-høllini í Klaksvík. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 15-10.

 

Hetta legði trýst á StÍF sum tók móti Kyndli. Strandakvinnur stóðu seg væl í fyrra hálvleiki, og vóru á odda 11-10 í steðginum, men í seinna hálvleiki var Kyndil betra liðið og vann dystin 24-20.

 

Úrslitið merkir, at Kyndil saman við H71 hevur longu tryggjað sær pláss í FM-endaspælinum. 

 

Úrslitið merkir eisini, at StÍF við bert fimm dystum eftir er átta stig aftanfyri Neistan og Stjørnuna, og tí er møguleikin hjá StÍF at røkka FM-endaspælinum gott og væl farin.

 

StÍF-Kyndil 20-24 (11-10) - Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur.

 

Stjørnan-VB 33-25 (15-10) 

 

Málskjúttar Stjørnan: Durita C. Jojic 8, Tóra Eliassen 6, Iulia Nalivko 4, Oddvør Josephsen 4, Tóra Norðá 4, Sonja S. á Bergi 3, Joan Sørensen 1, Mina Henriksen 1, Katrin Bertholdsen 1, Jancy Jakobsen 1. 

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 9, Durita K. Hjelm 6, Tórun Vilhelm 4, Una Nolsøe 3, Rannvá Johannessen 3.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71113382637521
 KYNDIL123422697319
 STJØRNAN133933128116
 NEISTIN123132714216
 STÍF13308311-38
 VB13273399-1262
 EB10184326-1422
Savnsmynd

Savnsmynd