SMS keypt timburhandilin í Klaksvík

Niels Mortensen og SMS hava keypt bygningin hjá Klaksvíkar Timburhandli, men teir eru framvegis áhugaðir í at vera partur av handilsmiðdeplinum í Klaksvík

Seinastu tíðina hava nógvar søgur verið at hoyrt norðan fyri, um at Niels Mortensen og SMS, skal hava keypt bygningin hjá Klaksvíkar Timburhandli og bygningin við síðuna av, tey kalla Gamla Spinnaríið.
Hesi tíðindi kann Niels Mortensen vátta fyri Sosialinum, men so hevur hann heldur ikki nógvar aðrar viðmerkingar til tað. Tí sum hann sigur, so ganga so nógvar søgur, at hann als ikki kann gera viðmerkingar til allan slaturin.
Spurdur um hvat teir ætla við keypinum, sigur Niels Mortensen, at teir eru í fer við at planleggja hetta í løtuni, og at Bónus er ein partur av teimum ætlanunum. - Men í løtuni fer umbyggingin í SMS við allari orkuni, at har verður ikki fari í gongd fyrr enn í oktober, sigur Niels Mortensen.

Bónus framvegis við
Søgurnar hava annars gingið um, at Niels Mortensen og SMS hava havt ætlanir um at vera partur av handilsmiðdeplinum í Klaksvík, men tá teir nú keypa bygningin hjá Klaksvíkar Timburhandli, vildi tað mest sannlíka verið, at teir tóku seg úr ætlanunum í handilsmiðdeplinum. Men tað hava teir ikki gjørt. Óli Marnar Christiansen, stjóri í handilsmiðdeplinum, váttar, at Bónus framvegis eru áhugaðir í at vera partur av handilsmiðdeplinum, men undir einum øðrvísi konsepti enn sum vit vanliga kenna Bónus. - Men tað eru eisini aðrir áhugaðir matvørðuhandlar, og vit hava onga avgerð tikið enn, sigur Óli Marnar Christiansen.
Annars verður arbeitt við fullari orku við handilsmiðdeplinum, bæði tá tað kemur til at fáa handlar, men eisini í aðrar mátar. - Projekteringin av keikantinum er byrjað og maskinurnar eru komnar, so fólkið kann koma inn í sjálvan miðbýin við báti. Vit hava eisini gjørt munnligar avtalur við góðar 20 handlar, so tað hendir ein rúgva í løtuni, greiðir Óli Marnar Christiansen frá, sum samstundis leggur eina við, at enn er onki undirskrivað við nakrar handlar.

Gøtudalur ongin hóttan
Men tað er ikki bara í miðbýnum í Klaksvík, at tað verður bygt. Í Gerðabø hevur Keypssamtøkan fingið játtan um grundstykki, so har verður væntandi ein matvørðuhandil at finna innan alt ov longi.
Í Gøtudali er eisini ein stór verkætlanan í gongd, har ætlanin eisini er at byggja ein handilsmiðdepil. Óli Marnar Christiansen sigur, at teir bera ongan ótta fyri, at handilsmiðdepilin í Gøtudali ella Keypssamtøkan úti í Gerðabø fara at ávirka teirra handilsdepil: - Nei, hetta er eitt heilt øðrvísi projekt, har handil, tænasta, ítrottur og mentan ganga saman, so tað kemur ikki at hava nakra ávirkan á okkara ætlanir, sigur Óli Marnar Christiansen at enda.