SMS keypt Miðlon

VINNA Handilshúsið Miðlon í Havn fekk um vikuskiftið nýggjar eigarar. Saman við 3'aranum og Skousen hevur SMS keypt handilshúsið Miðlon í Havn.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at SMS hevur keypt 50 prosent, meðan hini feløgini tilsamans hava keypt hin helmingin. SMS eigur helmingin av 3'aranum, og Niels Mortensen eigur persónliga helmingin av Skousen.

Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at handlarnir hjá Skousen og eitt nú Bónus, sum hevur til húsa hjá Posta hinu megin vegin, flyta inn í bygningin. Men hetta vil Niels Mortensen ikki siga nakað um.

- Alt hetta er so nýtt enn, at vit fáa einki sagt um tað, sigur Niels Mortensen.

Mads A. Winther, stjóri í Miðlon sigur, at tey fingu eitt gott boð, og tí varð avgjørt at selja.

- Nú P/F SMS kom við einum góðum boð upp á bygningin, so tóku vit av, sigur Mads A. Winther, stjóri í Miðlon.
Hann sigur, at bæði seljari og keypari eru nøgdir við handilin, sum varð avgreiddur í hóskvøldið.

Tað var P/F Miðlon hjá Mads A. Winther, sum í 2006 bygdi bygningin, sum hýsir handlunum »Elding«, »Rúsdrekkasøluni«, »Snák«, »Norðoya Sparikassa«, »Nomi Smykkur og Ur og Profil Optik Niels L. Arge«, »Íblástur« og »Køksmiðstøðini«.

Enn vil Mads A. Winther einki siga um, hvussu tað verður við stóra handilinum hjá honum, »Elding«. Men sum skilst flytir hann úr bygninginum.