Bygningurin hevur staðið til sølu, og nú er greitt, at SMS hevur keypt bygningin.
– Vit hava bara keypt bygningin og ikki raksturin, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Herfyri keypti SMS matstovuna Angus Steakhous, sum hevur matstovu í Havn og í Klaksvík.
Ætlanin er nú at seta bygningin hjá Jacqson í stand, og so flytir matstovan Angus við sínum virksemi í bygningin, sigur Niels Mortensen.
Ikki er greitt, nær flutt verður, tí umvælingar skulu gerast fyrst.