Tíðindaskriv
Síðsta leygardag kl. 14.00 setti Heðin Mortensen stóru Ólavsøkuframsýningina á Torginum í SMS. Í ár verða modell av føroyskum sluppum og myndir av manningum sýndar fram á Torginum í døgunum 21. juli til 4. august. Aftur í ár er tað Birgar Johannesen, sum stendur fyri stóru framsýningini, sum síðan 1995 hevur verið í SMS. Birgar sigur, at framsýningin hesaferð ikki er minni spennandi enn tær undanfarnu.
- Eg havi brúkt stóran part av frítíð míni í ár at fyrireika hetta tiltak. Eg havi savnað yvir 200 myndir av manningum og einstaklingum, og eini 10-15 modell av sluppum. Og so havi eg eisini fingið fatur á mynstringarlistum, ið somuleiðis verða á Torginum hesar dagarnar, sigur Birgar.
Umframt myndir, modell og mynstringarlistar verða lutir frá hesi tíðini sýndir fram.
Hósdagin, 26. juli og fríggjadagin, 27. juli, hevur B36 eisini stórt tombola á Torginum.
Ólavsøkukabarrettin vitjar Torgið í SMS
Eitt av mongu afturvendandi tiltøkunum á Ólavsøku er kabarettin, sum verður framførd í Sjónleikarhúsinum. Seinnu árini hevur Ólavsøkukabarettin verið ógvuliga væl móttikin, og ummælini hava eisini verið góð. Í ár siga fyrireikararnir, at hon stendur einki aftanfyri tær undanfarnu.
Og tey, sum vitja SMS, kunnu fáa forsmakk av kabarettini. Tí longu mánadagin, 23. juli kl. 15.00, vóru tey úr Ólavsøkukabarettini á Torginum í SMS og framførdu brot úr kabarettini. Mikudagin kl. 16.00 vera fólk frá kabarettini aftur á Torginum. Annars verður væntað, at leikararnir ímillum sýningarnar í Sjónleikarhúsinum fara at støkka inn á gólvið í SMS, og kanska spæla okkurt hissini brot?
Víkingar og sigoynarar í SMS á Ólavsøku
Í sambandi við, at stórur víkingamarknaður verður á Glaðsheyggi á Ólavsøku, vitja víkingar og sigoynarar SMS í ólavsøkuvikuni. Tað er føroyska samtakið Siðsam, ið hevur til endamáls at skipa fyri siðsøguligum tiltøkum, sum skipar fyri tiltakinum, saman við fólkum úr Fjørukrónni á Hafnafirði.
Umleið 50 gestir úr 12 londum eru boðnir at luttaka á forkunnugu víkingatiltakinum á Glaðsheyggi, og nakrar koma eisini at vitja Torgið í SMS.
Fyrst í vikuni vitjar sigoynarabólkurin, Tulcinella, SMS. Hesi verða rópt gyklarar. Teir framføra ymiskt skemtiligt í margháttligum búnum.
Seinni í vikuni verður tónleikabólkurin, Valravnen, á Torginum í SMS. Manningin er klødd í víkingaklæði, og syngur stuttligar sangir.