Ein dystur er leiktur í SMS-deildini i dag.
Á heimavølli í Hoyvíkshøllini vann H71 greitt 34-25 á VB. Tá 17 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 12-10, men so dragnaði so smátt millum liðini, og var H71 frammanfyri 20-15 í steðginum.
Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við niggju málum. Carmen Luiza Silva var stórskjútti hjá VB við heili 12 málum, nærum helvtina av málunum hjá VB.
Klokkan 13 í morgin tekur oddaliðið, Kyndil móti StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 15 byrjar dysturin millum EB og Neistan í høllini við Streymin.
HER ber til at síggja dómaraseðilin og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##