Tað var lagt upp til eina spennandi toppuppgerð millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini í dag millum H71 og Kyndil.
Men tað gjørdist alt annað enn spennandi. H71 vann dystin 36-29. Í steðginum var H71 á odda 21-10, og tá var alt avgjørt. Minsta leiðslan H71 hevði í seinna hálvleiki var fimm mál.
Jakob Lárusson, venjari hjá Kyndli tók tvey leikbrá í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at venda skeivu gongdini.
H71 er nú greitt oddalið og stýrir beint móti FM-hálvfinalunum. Kapprenningin er hørð millum Kyndil, Neistan, Stjørnuna og VÍF um annað plássið, ið eisini gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.
##med2##
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##