SMS: H71 er nú einsamalt oddalið - VB vann á EB

Stríðið um fjórða plássið verður helst millum Stjørnuna og StÍF

H71 er nú einsamalt oddalið í SMS-deildini. Hoyvíkskvinnur hava við 27-22 sigrinum á verandi FM-vinnarunum, StÍF á Skála vunnið 17 av 18 møguligum stigum í níggju dystum. 

 

Í steðginum var H71 á odda 14-11. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin tepran 29-28 sigur á Stjørnuni. Rok var um seinasta álopið hjá Neistanum í dystinum, har fleiri umboð hjá Stjørnuni mettu, at neistakvinnur drálaðu óneyðuga nógv, men tað endaði so við 29-28 sigri til Neistan, ið spældi framúr væl í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Neistin á odda 17-12.

 

Suðuri í Vági eydnaðist tað VB at vinna fyrsta dystin hetta kappingarárið. VB vann 30-26 á EB. VB var á odda 12-9 í steðginum.

 

H71 er á odda við 17 stigum fyri níggju dystir. Neistin er nummar tvey við 16 stigum fyri 11 dystir og Kyndil er nummar trý við 15 stigum fyri 10 dystir. Stjørnan er nummar fýra við 12 stigum fyri 10 dystir og StÍF er nummar fýra við átta stigum fyri 12 dystir. Dysturin millum Stjørnuna og StÍF komandi sunnudag verður sera týðandi fyri serliga strandakvinnur. VB og EB er aftast við tveimum stigum, VB hevur tó betri málmun enn EB. 

 

Neistin-Stjørnan 29-28 (17-12) - Eingin dómaraseðil er tøkur 

 

VB-EB 30-26 (12-9)

 

Málskjúttar VB:  Gurið K. Augustinussen 9, Una Nolsøe 6, Bára K. Mortensen 6, Tórun Vilhelm 4, Rannvá Johannessen 3, Durita K. Hjelm 2. 

 

Málskjúttar EB: Lea S. Lisberg 9, Olivia T. Kruse 6, Eyðbjørg Ellingsgaard 4, Zeljana Grozdanic 4, Solveig Debes Dahl 2, Sarita Petersen 1. 

 

StÍF-H71 22-27 (11-14)

 

Málskjúttar StÍF: Karina B. Høgnisen 6, Haruka Gima 5, Poula Dulavík 4, Mao Otani 3, Guðrið Ellingsgaard 2, Rebekka Justinussen 2. 

 

Málskjúttar H71: Maria H. Weyhe 8, Brynhild Pálsdóttir 7, Jana Mittún 5, Elsa Egholm 4, Vár B. Zachariassen 1, Lív B. Zachariassen 1, Bjørk Brimnes 1.