SMS: H71 er einsamalt oddalið aftaná greiðan sigur á EB

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld

H71 er nú einsamalt oddalið í SMS-deildini við 17 stigum.

 

Hoyvíkskvinnur vunnu seg upp á oddasessin við einum greiðum 39-29 sigri á EB í høllini við Streymin í kvøld.

 

Í steðginum var H71 á odda 20-12. Tað nærmasta EB kom var við støðuna 18-24, men tá gekk bara ein løta, so hevði H71 økt til 18-28.

 

29 mál móti verandi FM-vinnarunum má tó sigast at vera góðtikið avrik hjá EB. 

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##