Farna leygarkvøld vunnu kvinnurnar hjá H71 29-24 á Neistanum í fyrstu FM-finaluni í SMS-deildini, og í kvøld vann H71 ein sannførandi 26-19 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var H71 á odda 15-8.
Hetta merkir, at H71 er nú á odda 2-0 í FM-finaluuppgerðunum, har tað verður spælt best av fimm dystum.
Um H71 vinnur 3. FM-finaluna á heimavølli í Hoyvíkshøllini komandi leygardag klokkan 17 gerast tær fyri fyrstu ferð í søgu felagsins FM-vinnarar í bestu kvinnudeildini.
Vinnur Neistin á H71 leygardagin verður 4. FM-finalan leikt í høllini á Hálsi týskvøldið 12. apríl klokkan 19.
FM1 sigur beinleiðis frá 3. FM-finaluni - Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##