Seinasta umfarið í SMS-deildini var leikt seinnapartin í dag.
Talan gjørdis um ein greiðan heimasigur og tríggjar greiðar útisigrar.
Helst mest óvæntaða úrslitið var, at StÍF vann greiðan 31-24 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 13-10.
Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum. Natasja Hammer (myndin) var toppskjútti hjá StÍF við 10 málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Í KÍ-høllini í Klaksvík vann H71 32-24 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 18-16.
Iuliia Nalivko var toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum. Elsa Eghom var toppskjútti hjá H71 við átta málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##
Í høllini á Eiði vann EB 29-21 á VB. Í steðginum vóru eiðiskvinnur á odda 14-10.
Talita Alves var toppskjútti hjá EB við átta málum. Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við átta málum.
EB er nú á tí gylta sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla FM-fjórðingsfinalu við lokið grundspæl.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med4##
Í høllini í Vestmanna vann Kyndil 34-26 á VÍF. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 16-12.
Durita Nolsøe Olsen og Durita C. Jojic vóru toppskjúttar hjá VÍF við fimm málum hvør. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med5##
Kappingin verður tikin uppaftur sunnudagin 7. januar. Tá er skráin hendan: Neistin-H71, VÍF-Stjørnan, VB-StÍF og Kyndil-EB.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 12 | 365 | 294 | 71 | 20 |
KYNDIL | 11 | 347 | 276 | 71 | 20 |
H71 | 12 | 374 | 328 | 46 | 16 |
STÍF | 12 | 350 | 345 | 5 | 14 |
VÍF | 12 | 356 | 346 | 10 | 10 |
EB | 12 | 314 | 363 | -49 | 7 |
STJØRNAN | 12 | 308 | 360 | -52 | 6 |
VB | 11 | 264 | 366 | -102 | 1 |