SMS: Greiðir útisigrar til Neistan, VÍF, H71 og Kyndil

Útiliðini fóru við øllum í dystunum í SMS-deildini í dag

Fýra dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag, og í øllum fýra førum endaði tað við greiðum útisigrum, og í tí eina førinum við einum stórsigri.

 

Í høllini á Skála vann Kyndik 32-25 á StÍF. Í steðginum var útiliðið á odda 19-11.

 

Emma Marie Vanggaard Skovmand kann fara at vísa seg at vera ein góður styrkur hjá StíF. Í dag gjørdist hon toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.

 

Turið Arge Samuelsen var enn eina ferð toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við níggju málum.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Neistin stórsigur 39-20 á Stjørnuni. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 19-11. 

 

Iuliia Nalivko var toppskjútti hjá Stjørnuni við átta málum. Hervør Niclasen og Bjørk F. Joensen skutu báðar 11 mál fyri Neistan.

 

Í høllini á Eiði vann H71 37-29 á EB. Í steðginum var H71 á odda 21-15.

 

Talita Alves var stórskjútti hjá EB í dag. Hon skoraði heili 15 mál, ið er meir enn helvtin av málunum EB skoraði í dag.

 

Elsa Egholm var eisini stórskjútti hjá H71 í dag. Hon skoraði 12 mál í dagsins dysti.

 

Suðuri í Vági vann VÍF 34-25 á VB, men tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá tí dystinum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum StÍF og Kyndil:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Stjørnuna og Neistan:

 

##med3##

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum EB og H71:

 

##med4##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1651839612229
 NEISTIN164984108824
 H71164934415221
 STÍF154364241218
 VÍF154494153416
 STJØRNAN16409500-918
 EB15382458-767
 VB15364505-1411