SMS-samtakið er Ársins Virki 2022

Fyri løtu síðan varð SMS-samtakið kosið at vera Ársins Virki 2022.

Uppundir endan av Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag er avdúkað, hvat Ársins Virki 2022 er.

 

Fyrr í dag gjørdist greitt, at tað er filmsrøðin TROM, sum gjørdist Vinnuátakið 2022.

 

Tað vóru teir báðir, Jón Hammer, framleiðari og Torfinnur Jákupsson, rithøvundur, sum tóku ímóti heiðrinum.

 

Nú er eisini avdúkað, at tað er SMS-samtakið, sum er kosið at vera Ársins Virki 2022.

 

Tað var ein samd dómsnevnd, ið valdi at heiðra handilsfyritøkuna, sum hevur røtur heilt aftur til 1977.

 

Seinni fara vit at venda aftur til grundgevingarnar fyri at veita SMS-samtakinum heiðurin hesaferð.

 

Nógv fólk hevur verið á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag, og her hava verið forvitnisligar framløgur.

 

Her hava verið røður, framløgur, kjak millum politisk umboð, og her hava verið íkøst og íblástur, bæði úr Føroyum og útlandinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Jón Sigurdsson nú er formaður, hevur eisini havt framløgu um nýggj vinnusjónarmið.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, vóru millum politisku umboðini, sum umrøddu vinnumál. 

 

Tað var nevniliga, meðan Jóannes var løgmaður, og Bárður var fíggjarmálaráðharri, at Visjón 2015 sá dagsins ljós.

 

Í dag var evnið Vakstrarforum, eins og hugt varð eftir, hvat spurdist burtur úr Visjón 2015.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Stjórin í SMS-samtakinum, Niels Mortensen, sum er burturstaddur, helt takkarrøðu á skíggjanum.