VB liggur nú best fyri at vinna seg í FM-fjórðingsfinaluna av trimum teimum aftastu liðunum í SMS-deildini.
EB vann í kvøld 31-27 á StÍF. Í steðginum var EB á odda 14-10, og tá sjey minuttir vóru eftir at leika var EB á odda 29-20. StÍF slapp at pynta um úrslitið seinastu minuttirnar.
VB er við seks stigum á gylta sætta plássinum, ið gevur rættin at spæla FM-fjórðingsfinaluna móti Neistanum á útivølli. EB hevur eisini seks stig, men tær eru verri innanhýsis enn VB, og tær spældu í kvøld seinasta dystin í grundspælinum.
StÍF er aftast við fimm stigum.
Mikukvøldið klokkan 20 spæla VB og StÍF suðuri í Vági seinasta dystin í grundspælinum. VB kann við sigri ella javnleiki tryggja sær rættin at spæla FM-fjórðingsfinaluna móti Neistanum, men vinnur StÍF vera tað strandakvinnur, ið vinna seg í FM-fjórðingsfinaluna.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##