Ígjár bleiv dysturin millum Team Klaksvík og VÍF í Burn mansdeildini, ið skuldi vera leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvík avlýstur vegna út av lagi vánaligu koyrilíkindini.
Í dag raktu vánaligu koyrilíkindini aftur ein dyst í teimum fremstu hondbóltsdeildunum.
EB og Neistin skuldu spæla dyst í SMS-deildini í høllini á Eiði klokkan 16 í dag, men dysturin er avlýstur vegna vánalig koyrilíkindi.